Fríggjadagin verður Atlantic Cup-kappingin spæld í ítróttarhøllini á Kambsdali. Hetta er annað árið á rað, at henda innandurakappingin verður spæld.
Kappingin er býtt upp í tveir bólkar, har tvey tey bestu liðini fara víðari til hálvfinalurnar.
Í bólki A eru: NSÍ, GÍ, HB, B68 og ÍF, og í bólki B eru B36, Sumba, VB, KÍ og TB.
Byrjað verður klokkan 11.30 við bólki A, og bólkur B byrjar klokkan 14.00 stundisliga. Hálvfinalurnar verða klokkan 16.30 og 17.00, og sjálv finalan byrjar klokkan 17.45.
Allir dystirnir verða 11 minuttir uttan finalan, sum verður 2 ferðir 11 minuttir.
Vinnarin av kappingini fær 6 sonevndar Gjugg í Borg-ferðir frá Atlantic Airways, og Statoil letur næstbesta liðnum ein vinning.