Fótbóltur
Seinnu árini hevur Atlantic-Cup dysturin verið fastur táttur undan føroysku og íslendsku fótbóltskappingini. Annað hvørt ár hava meistararnir dystast í Føroyum, og hini árini í Íslandi, og sum heild hevur undirtøkan frá feløgunum verið góð.
Ongar stuðulskrónur
Í ár eigur HB tørn at skula til Íslands, men stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein, sigur, at ferðin í løtuni hongur í sera klønum tráð.
- Trupulleikin er fíggjarligur. Áður hevur FITUR-grunnurin stuðla hesum tiltakinum, men tann grunnurin er nú tikin av. Ístaðin er ein nýggjur grunnur, NATA, settur á stovn, men enn eru føroysku umboðini ikki vald í grunnin. Tí hevur eingin fundur verið, og tí veit eingin, hvørjum fíggjarkarmum grunnurin arbeiðir undir ella hvørjum endamálum hann fer at arbeiða fyri, sigur Steinfinnur.
- Skulu vit sjálvir standa fyri ferðini, so tátta útreiðslurnar skjótt í tær 200.000 kr. Sjálvandi er talan eisini um góða fyrireiking til kappingina, eins og talan er um góða uppliving hjá spælarunum og okkum øðrum, men eina slíka upphædd hava vit neyvan ráð til. Tá er skjótt, at talan verður um fíggjarligan smeit fyri felagið, og teirri støðuni eru vit ikki serliga áhugaðir í, sigur hann.
Spell men veruleiki
Stjórin í felagnum sigur víðari, at tey hava roynt at troytt fleiri aðrar møguleikar, men enn hevur hetta verið mest sum úrslitaleyst.
- Vit hava ein stuðul, sum hevur játtað at rinda 40.000 kr., og hóast tað munar væl, so er hetta neyvan nóg mikið. Eg má bara siga, at tað er stórt spell, um hetta tiltakið dettur niðurfyri, men hetta er veruleikin, sum vit virka undir, sigur Steinfinnur Mittelstein.