Atlantic Airways yvirtikið seinnu tyrluna

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið ta seinnu av teimum báðum AW 139 tyrlunum, sum felagið hevur keypt, og kemur tyrlan væntandi til Føroya síðst í vikuni.


Tað var í fjør, at felagið keypti setti hol á arbeiðið at skifta tyrluflotan út og bílegði tvær nýggjar tyrlur, aftaná at løgtingið játtaði pening til keypið og nýggja sáttmála millum landið og almenna partafelagið.


Útskiftingin av tyrlunum er gjørd í samráð við landsstýrið eftir at partarnir í fjør samdust um nýggjan leist fyri tyrlutilbúgving og rutuflúgving millum oyggjarnar.


Nýggju tyrlurnar koma í staðin fyri tær báðar 20 ára gomlu Bell 412, sum hava røkt tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.