Atlantic Airways Tekniska Deild vann Firmakappingina hjá Rás2 fyri veturin 2011/2012.
Í finaluni møtti Atlantic Airways Tekniska Deild portørunum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Finalan sum var send beinleiðis á Rás2, var hildin í Miðlahúsinum.
Talan gjørdist um eina spennandi finalu, har avgerðin ikki fall fyrr enn ímóti endanum.
Bæði liðini fingu fult hús teir fyrstu seks spurningarnar, tá støðan var javnleikur 18-18, men í sjeyndi spurningi snávaðu portørarnir, og Atlantic Airways legði seg á odda 21-18.
Tá 9 av 11 innleiðandi umførum vóru avgreidd var støðan 27-24, og hendan støðan helt sær tey tvey næstu umførini, so Atlantic Airways vann 27-24.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflog var partur av liðnum hjá Atlantic Airways, og Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi var partur av liðnum hjá portørunum.
Atlantic Airways Tekniska Deild vann høvuðsvinningin, sum er ein ferð fyri 20 fólk við Norrønu. Bergur Jacobsen, liðskipari hjá Atlantic Airways boðaði frá, at teir 9 finaluluttakarnir hjá Atlantic Airways vóru samdir um at bjóða teimum 9 finaluluttakarunum hjá portørunum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi við á túrin, sum teir hava vunnið.
Annar vinningur var døgurði fyri teir 9 finaluluttakarnar á matstovuni "11" í Havn.
Á hesari leinkjuni sæst fagnaður, handanir og eftirprát: www.youtube.com/watch
Á hesari leinkjuni sæst liðið hjá Atlantic Airways við heiðursskjalinum: www.youtube.com/watch
Í 2011 vann Reyni Service í Klaksvík Firmakappingina hjá Ràs2. Vinnarar í 2010 vóru P/F Poul Hansen heilsøla, og í 2009 vann Tryggingarfelagið Føroyar.