Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandinum í tvey ár aftrat

Væl hevur gingist føroyskum svimjarum farnu tvey árini, meðan Atlantic Airways hevur verið høvuðsstuðul hjá Svimjisambandinum. Árið 2008 var søguligt, serliga tí Pál Joensen vann trý gullmerki í evropmeistarakappingini fyri juniorar í Beograd og gjørdist ársins ítróttarnavn í Føroyum.

 

Tá Pál Joensen og hini í ferðalagnum komu til Føroya eftir avrikið í Beograd í august, handaðu umboð fyri Atlantic Airways Svimjisambandi Føroya eina tilsøgn um, at stuðulssáttmálin kundi longjast í tvey ár. Tað er hendan avtalan, sum nú er staðfest.

 

- Vit stuðla fegin føroysku svimjarunum í tvey ár aftrat, tí teirra avrik eru til fyrimyndar fyri okkum øll, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.