Atlantic Airways strikað

Atlantic Airways er nú strikað úr lógartekstinum um nýggju tyrlutænastuna. Vinnunevndin hevur skrivað nýtt álit, men nú tekur andstøðan ikki undir við málinum

Vinnunevndin hjá løgtinginum legði mánadagin enn eitt álit fyri løgtingið í málinum um tyrlutænastuna, sum ætlanin var at gera sáttmála við Atlantic Airways um. Málið varð beint aftur í nevnd í síðstu viku, tí tingmenn vóru ikki nøgdir við uppskotið hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni.

Eitt nú hildu tingmenn tað vera skeivt, at eitt ávíst felag er nevnt í lógartekstinum, tí talan tá verður um at gera eina lóg, sum bert er galdandi fyri eitt einstakt felag. Tingmenn hildu eisini, at landsstýrismaðurin ikki hevur gjørt sítt fyrireikingararbeiði nóg væl og lýst, um talan veruliga er um bestu loysnina.

Landsstýrismaðurin ætlaði at gera ein tíggju ára sáttmála við Atlantic Airways um tyrlutænastuna. Felagið skuldi eftir ætlan fáa 14 milliónir krónur um árið í tíggju ár fyri at reka tyrlutænastuna. Jørgen Niclasen segði við Sosialin í gjár, at ein orsøk til, at hann hevur skrivað Atlantic Airways í lógartekstin, er, at hann vil hava tyrlutænastuna og hendan førleikan á føroyskum hondum. Og motivini hjá landsstýrismanninum eru harumframt politisk.

- Við at hava eitt føroyskt tyrlufelag, ber seinni til at privatisera hesa flúgvingina. Annaðhvørt við eini fullkomnari privatisering av Atlantic Airways, ella við partvísari privatisering av eitt nú bara tyrludeildini, segði landsstýrismaðurin.


Nýtt álit

Men løgtingið var ikki nøgt við uppskotið, og eftir áheitan frá einum meiriluta í løgtinginum hevur Vinnunevndin nú viðgjørt málið av nýggjum. Meirilutin í nevndini, samgonguumboðini, hevur í nýggja álitinum strikað navnið Atlantic Airways, so lógaruppskotið nú ikki snýr seg um eitt einstakt felag. Tíðarskeiðið er kortini framvegis hitt sama - 10 ár.

Um løgtingið tekur undir við broytingaruppskotinum hjá meirilutanum, so stendur tað landsstýrismanninum frítt at gera sáttmála við eitthvørt felag. Men hann kann so eisini velja at halda fram við upprunaligu ætlanini, sum var at lata Atlantic Airways uppgávuna næstu tíggju árini.


Minnilutin framvegis ímóti

Teir tríggir andstøðutingmenninir tóku allir undir við uppskotinum, tá ið vinnunevndin skrivaði fyrsta álitið í málinum. Teir høvdu kortini ávís fyrivarni, og tveir teirra atkvøddu fyri at beina málið aftur í nevnd.

Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen siga í nýggja álitinum enn einaferð, at teir eru sera ónøgdir við fyrireikandi arbeiðið, sum er lagt í uppskotið. Landsstýrismaðurin hevur ikki kannað allar møguleikar og lýst fyri løgtinginum, um hetta er besta og bíligasta loysnin, siga teir.

Teir halda, at ognarviðurskiftini eru ógreið og seta spurnartekin við, um Atlantic Airways einaferð í framtíðini kann skilja tyrluvirksemið frá hinum virkseminum í felagnum og lata eitt dóttirfelag reka tyrlutænastuna. Teir tríggir siga seg heldur ikki hava fingið at vita, um tað er rætt at gera ein sáttmála, sum er galdandi í tíggju ár.

Orsakað av nógvu ivamálunum sigur minnilutin seg ikki kunna taka undir við uppskotinum, sum tað nú liggur á borðinum.

Álitið frá vinnunevndini fór niðan aftur í løgtingið mánadagin, og løgtingið fer helst at viðgera málið aftur fyri jól.