Atlantic Airways stóra framgongd

Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrra hálvár í 2011 var munandi betri enn fyrra hálvár í 2010. Fyri skatt var úrslitið 9,5 mió. kr. samanborið við eitt hall á 8,7 mió. kr. í 2010. Avlopið annan ársfjórðing í ár var 12,1 mió. kr. samanborið við eitt hall á 1,8 mió. kr. í 2010.

Samlaða sølan vaks 28% úr 171,6 mió. kr. fyrra hálvár í fjør upp í 203,3 mió. kr. sama tíðarskeið í ár. Á grundrakstrinum hevði felagið stóra framgongd. Úrslit áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar fyrra hálvár í ár var 32,2 mió. kr. samanborið við 17,9 mió. kr. fyrra hálvár í fjør. Úrslit áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar annan ársfjórðing í ár var 22,9 mió. kr. samanborið við 11 mió. kr. í fjør.

– Í eini tíð við stórari búskaparligari óvissu eru vit bæði eyðmjúk og fegin um góða úrslitið higartil í 2011. Vit hava rokkið hesum úrsliti, tí vit hava havt vaksandi undirtøku fyri okkara tænastum, gagnnýtt kapasitetin betri og ansað væl eftir útreiðslunum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Ein orsøk til framgongdina var, at leiguflúgvingin øktist munandi. Felagið hevur flogið nógv bæði fyri British Airways úr London og Blue1 úr Helsinki í Finnlandi.

Ein onnur orsøk var, at øskuskýggið úr Eyjafjallajøkli órógvaði flogferðsluna nógv í fjør, men ikki í ár.

Átøkini hjá felagnum at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland hava økt um ferðingina til Føroya, men ferðingin úr Føroyum er framvegis á sama stigi sum áður hóast hægri avgjøld á flúgving og høgar oljuprísir. Atlantic Airways flutti fyrra hálvár næstan 88.000 ferðafólk á rutunetinum.

– Bókingarnar komandi mánaðirnar benda á, at tær væntanir, felagið hevur havt fyri alt árið, fara at halda. Tó eru høgir prísir á brennievni og høg avgjøld á ferðing framvegis ein stór avbjóðing hjá felagnum, sigur Magni Arge.

Í mars 2012 kemur nýggja Airbus-flogfarið í flotan. Starvsfólk hava fingið og eru undir útbúgving og venjing í hesum sambandi, og fíggingin er fingin upp á pláss. Felagið heldur fram at fyrireika seg at taka ímóti nýggja flogfarinum og fyrireikar seg eisini at menna leitingar- og bjargingartænastuna samsvarandi nýggja sáttmálanum við landsstýrið.

Eginpeningurin hjá Atlantic Airways er nú 222 mió. kr. Solvensurin er 55 prosent, og 159 fólk starvast hjá felagnum.