Atlantic Airways setti met í juli

- Í juli mánaði høvdu vit fleiri enn 42.750 ferðafólk á okkara rutum, og tað er met, sigur Atlantic Airways í kvøld.

 

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways settu met í juli, tá fleiri enn 42.750 ferðafólk flugu við rutuflogførum og tyrlum samanlagt.

 

Teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár flugu tilsamans 175.800 ferðafólk við Atlantic Airways, og tað eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 162.100 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

 

- 41.000 ferðandi flugu við rutuflogførum hjá Atlantic Airways í juli, og tað eru fimm prosent fleiri ferðafólk sammett við sama mánað í fjør, tá 39.200 ferðafólk flugu við felagnum.

 

Atlantic Airways sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at í juli flugu tyrlurnar við 1.718 ferðandi, sum er 84 prosent fleiri enn í juli í fjør, umframt at bjargingartyrlan hevur havt 70 útkall higartil í ár, ið er meira enn alt árið í fjør.

 

- Vit meta, at alsamt lækkandi ferðaseðlaprísir og nýggj ferðamál úr Føroyum eru beinleiðis orsøkir til ferðafólkavøkstur við rutuflogførunum. Vit eiga ein virknan leiklut í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðavinnulandi, og er hetta eisini ein orsøk til veksandi ferðafólkatøl.

 

Atlantic Airways sigur, at íløgan hjá felagnum í framkomnu innflúgvingarskipanina, RNP 0.1, hevur roynst avbera væl í summar. Reglusemið var 100 prosent í juli, hóast nógvan mjørka nakrar av døgunum.

 

- Í juli varð flogið rættstundis í 90 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er seks prosentstig betri, tá sammett verður við sama mánað í fjør.

 

Atlantic Airways leggur aftrat, at í summar ber til at ferðast beinleiðis til og úr Føroyum fleiri enn 40 ferðir um vikuna til níggju ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh, Barcelona, Mallorka og Kreta.