Sum liður í endurnýggingarætlanini av flotanum, hevur Atlantic Airways gjørt avtalu um at selja tað elstu Bell 212 tyrluna til Air Greenland. Stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, staðfestir í tíðindaskrivi, at Tyrluflotin er endurnýggjaður og nútímansgjørdur seinastu árini.
- Felagið hevur í dag tvær Bell 412 tyrlur. Onnur er serútgjørd til leiting og bjarging og verður mest brúkt til hetta endamál, men kann eisini nýtast til ferðafólkaflutning. Hin Bell 412 tyrlan verður serliga brúkt til ferðafólkaflutning og frálandavinnu, men kann eisini nýtast til leiting og bjarging.
Triðja og nýggjasta tyrlan av slagnum Augusta Westland 139 flýgur í løtuni oljuflúgving úr Den Helder í Hollandi.?
Bell 212 tyrlan frá 1975 hevur mest verið nýtt til flúgving innanoyggja í Føroyum. Air Greenland hevur frammanundan fleiri tyrlur av sama slag. Sølan fer at hava positiva ávirkan á gjaldførið hjá Atlantic Airways, men broytir ikki væntaða úrslitið fyri 2008.
Prísurin verður ikki upplýstur










