Atlantic Airways selur og leigar út flogfør

Atlantic Airways hevur gjørt avtalur um sølu og langtíðarleigu av báðum teimum eldru BAe 146

flogførunum. Flogfarið við skrásetingini OY RCB flýgur fyri felagið í summar, men skal í oktober latast kilenska

flogfelagnum DAP á eini sokallaðari lease/purchase avtalu. Kilenska felagið hevur høvuðsstøð í

Punta Arenas har suðuri í Kili og flýgur millum annað við ferðafólki til Antarktis.

Flogfarið við skrásetingini OY RCA er selt einum felag í kanadiska samtakinum Tronosgroup.

Atlantic Airways leigar aftur hetta flogfarið til summarflúgvingina í 2011.

-Tað er minni flúgving nú enn áður, og vit standa fyri at skulu byrja flúgving við nýggja Airbusflogfarinum

á vári 2012. Tí hóskar tað væl, at eldru flogførini fara úr flotanum, sigur Magni Arge.

-Hetta hevur eisini vð sær sparingar í rakstrinum og betri gagnnýting av kapasitetinum, sum eftir

er, sigur hann.

Hini trý flogførini hjá Atlantic Airways eru øll av tí nýggjara BAE Avro RJ slagnum. Felagið flýgur

við fýra flogførum í summar og roknar eisini við at brúka fýra flogfør komandi summar.