Lat meg byrja við at siga, at stóð navnið hjá Sveini ikki undir greinini, ivaðist eg onga løtu í, at talan er um eitt partsinnlegg, tí longur frá sannleikanum um tað, sum farið er fram í hesum máli, ber neyvan til at fara.
Niðurstøðan í greinini er, at tað eri eg, sum havi skapt alt rumblið, tí eg skal hava givið seljarunum eitt tilboð, sum hevur sett leiðsluna upp ímóti nevndini.
Lat meg sláa fast, at eg í hesum máli einans havi roynt at medvirka til at loyst og ikki skapt trupulleikar til frama fyri Atlantic Airways. Tað eri eg vísur í, at Sveinur kann fáa váttað frá mínum starvsfeløgum í nevndini og øðrum limum av leiðsluni.
Eg skal minna á, at hóast eg eri stjóri í sp/f 07.12.07, eri eg ikki eigari av felagnum, sum eigur 5.6% av partapeninginum í Atlantic Airways. Eigarin er útlendskur íleggjari.
Mín lutur í søguni hjá Atlantic Airways var at vera ein av stovnarunum av felagnum í 1987 og ein av teimum, sum fyrireikaðu stovningina vegna landsstýrið. Tilsamans havi eg verið í nevndini valdur av landsstýrinum í 12 -13 ár, harav 10 ár sum formaður. Øll hesi árini havi eg einans arbeitt fyri áhugamálunum hjá Atlantic Airways og tess eigara. Í 2001 segði eg meg úr nevndini, men játtaði at taka við aftur sum nevndarlimur í fjør, tá ein stórur partur av privatu partaeigarunum heitti á meg um at taka við hesum starvi. Hetta seinasta árið havi eg, eins og áður, einans arbeitt fyri áhugamálunum hjá Atlantic Airways og øllum eigarunum.
Tórshavn, 19. mars 2009.