Atlantic Airways nærum tvífaldar fráferðirnar

? Vit hava ikki kalkulerað við, at øll flogførini eru full, men vit skulu hava eini 5-6.000 ferðafólk aftrat í ár, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways nú summarflúgvingin rættiliga byrjar. Tann 6. juni verður fyrsti túrurin til Århus

Tann 19. juni kemur flogfarið, sum Atlantic Airways hevur leigað frá Malmø Aviation og er hetta flogfar av slagnum BAE 146-200, tað sama sum flogfarið hjá føroyska flogfelagnum.

Hetta flogfar byrjar longu flúgvingina mánadagin tann 22. juni til Glasgow og Aberdeen og aftur til Vágar, og verður eisini flogið hósdag somu rutu, tað vil siga, tvær ferðir um vikuna til Skotlands.


Narsassuaq

hvønn mikudag

Men áðrenn leiguflogfarið kemur, hevur Atlantic Airways longu økt um flúgvingina við tí eina flogfarinum, tí leygardagin tann 6. juni verður fyrsti túrurin til Århus ella Thistrup, og frá 24. juni verður flogið tvær ferðir um vikuna til Århus og frá sunnudegnum 21. juni verður eisini flogið til Billund, við øðrum orðum, verður flogið tríggjar ferðir um vikuna til Jútlands í summar.

Frá 10. juni verður so eisini flogið einaferð um vikuna yvir Ísland til Narsassuaq, og verður hetta hvønn mikudag.

Atlantic Airways hevur leigað flogfarið frá Malmø Aviation til hálvan august, til tess at flogfelagið kann nøkta stóra tørvin ið er, tá skúlarnir hava summarfrí.

50 prosent

Og tá ið nú summarflúgvingin rættiliga byrjar verða fráferðirnar úr Vágum eisini fleiri. Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur at beinleiðis úr Føroyum verður talan um eina øking úr 12 fráferðum upp í 20 um vikuna, ein øking uppá nærum 50 prosent.

Spurdur, hvussu nógv ferðafólk føroyska flogfelagið flutti summarhálvuna í fjør, sigur stjórin seg ikki kunna upplýsa, men hann metir at talan verður um eina øking í ár.

? Vit hava ikki kalkulerað við, at øll flogførini eru full, men vit skulu hava eini 5-6.000 ferðafólk aftrat í ár, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.