Atlantic Airways mennist

Atlantic Airways kunngjørdi í gjár ársfrágreiðingina eftir árliga aðalfundin. Sjeynda árið á rað kann felagið gleðast yvir góð úrslit


Í 2001 staðfesti Atlantic Airways eitt yvirstkot uppá góðar 10 milliónir krónur áðrenn avsetingar til eventual skatt.
Økta virksemi sæst aftur á umsetninginum, sum er vaksin 27%, og er ein stórur partur av hesum økta virkseminum í samband við oljuleiting og frá tyrlutænastuni, sum felagið rekur vegna Vaktar- og Bjargingartænastuna.
Eginognin hjá felagnum var við árslok góðar 95 milliónir krónur, og hetta sigur so mikið sum tað, at eginognin er seinastu árini vaksin við 66 milliónum krónum.
? Vit kunnu fegnast um, at felagið er væl fyri fíggjarliga, tí gongdin í altjóða flogvinnuni í farna ári, undirstrikaði, at veik feløg standa seg ikki tá turbulentar tíðir taka seg upp, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Økt flogferðsla

Eisini talið á teimum ferðandi økist. Nú nærkast talið 100.000 ferðandi um árið. Í 2001 ferðast meira enn 98.000 fólk við Atlantic Airways, herav vóru 89.000 flutt millum lond. Árið fyri ferðastu sløk 91.000 fólk við felagnum. Størsti vøksturin var á leiðini millum Føroyar á Bretland. Til Aberdeen varð ferðafólkatalið tvífaldað til umleið 8000 ferðandi. Tó er ferðslan til Íslands viknað nakað í 2001, og mett verður, at hetta hevur nakað við búskaparligu støðuna í Íslandi at gera.
Felagið væntar ikki, at stórur vøkstur verður í ferðafólkatalinum í 2002. Men hugurin millum fremmandar ferðamenn at koma til Føroya er vaksandi, serliga úr Bretlandi. Eisini hevur luttøkan hjá landsliðnum í altjóða høpi, og er áhugin í Týsklandi, Skotlandi og Íslandi stóru fyri dystunum, og er tða umráðandi at ferðavinnan brúkar hetta høvið at skapa varandi handilssambond við ferðavinnufyritøkur í londunum, verður sagt frá Atlantic Airways.
? Avbjóðingarnar fyri framman eru stórar, men skal felagið framhaldandi menna flúgving í Føroyum, er eisini neyðugt at karmarnir rundanum flogvinnu eru kendir og tryggir, so tað ber til at gera stórar íløgur og skapa áhuga millum privatar íleggjarar at seta pening í felagið, sigur Atlantic Airways at enda í ársfrágreiðingini.