Atlantic Airways leingir sponsorsáttmála

Á móttøku fyri Pál Joensen í Vága Floghavn fyrrapartin handaðu umboð fyri Atlantic Airways umboðum fyri Svimjisambandið tilsøgn um at leingja sponsorsáttmálan í tvey ár Atlantic Airways hevur, saman við Norðoya Sparikassa, verið høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya seinastu tvey árini, og hesi árini hava føroyskir svimjarar av álvara sligið navn Føroya fast í altjóða hyljum.

Úrslitið hjá Pál Joensen í evropameistarakappingini fyri juniorar í Beograd, har hann vann trý gullmerki, vekir minnir um landsdystin í Landskrona í 1990, segði Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, tá hann og Henny á Líknargøtu, marknaðarsamskipari, tóku ímóti Pál í Vágum fyrrapartin.

- Tá vit fyri tveimum árum síðan gjørdu sponsoravtalu við Svimjisamband Føroya, setti sambandið sær sera høg mál, men vit droymdu ikki um, at føroyskir svimjarar skuldu røkka teimum so skjótt. Vit stuðla fegin framhaldandi menningini av føroyskari svimjing í tvey ár aftrat, segði Magni Arge.

Frá Atlantic Airways fekk Pál Joensen blómutyssi og fimm ókeypis ferðaseðlar. Á henda hátt vil Atlantic Airways stuðla fremsta føroyska svimjaranum at menna seg uppaftur meira.

Formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Palle Ziskason, fegnaðist um, at sponsoravtalan við Atlantic Airways verður longd, og Pál Joensen segði, at hann var málleysur av móttøkuni í Vágum.