Atlantic Airways kosið ársins lærupláss 2007

Millum 30 onnur lærupláss innan flogídnaðin í Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi var Atlantic Airways kosið ársins lærupláss 2007

TEC - Teknisk Erhvervs Center - í Danmark, sum stendur fyri kjósingini, sigur í grundgevingini, at heiðurin verður veittur fyritøkuni, tí lærlingarnir:

- trívast sosialt og hava góð arbeiðsviðurskifti

- verða virdir fyri sítt arbeiði og sum menniskju

- fáa avbjóðandi arbeiðsuppgávur og uppliva at læruplássið ger nakað serligt fyri lærlingin.

Okkum er givin ein mynd av eini fyritøku, sum evnar at skapa góðar karmar fyri medarbeiðararnar, sum tí fegin taka eyka tøk, tá brúk er fyri tí.

Heiðurin verður latin Atlantic Airways á almennu móttøkuni, sum felagið hevur í samband við 20 ára føðingardagin í morgin kl. 15.00 í Vágum.