Atlantic Airways hjálpa dønum til HM finalu

 

 

Fríggjadagin spælir danska hondbóltslandsliðið semifinalu í heimsmeistarakappingini hjá monnum í Kroatia, og í tí sambandi fer Atlantic Airways at flúgva danskar áskoðarar til dystin úr Keypmannahavn.

 

Júska ferðaskrivstovan, Mangaard Travel Group, hevur heitt á Atlantic Airways um at flúgva áskoðararnar úr Keypmannahavn umvegis Billund til Split fríggjamorgunin og heimaftur seint fríggjakvøldið. Hesum játtaði Atlantic Airways beinanvegin.

 

?Vit fingu eina áheitan um at flúgva ein leigutúr við áskoðarum til hendan spennandi dystin, og tað gera vit fegin,? sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

 

Danmark tryggjaði sær týsdagin pláss í semifinaluni í heimsmeistarakappingini við sigri á Týsklandi. Mótstøðuliðið í semifinaluni verður Frakland, sum í fjør vann olympisku finaluna ímóti Íslandi.

 

Kanska kemur danska landsliðið so nú í HM-finaluna við eini hjálpandi hond úr Føroyum.