Atlantic Airways handað nýggja tyrlu í dag

Nýggja tyrlan lyftir tilbúgvingina og bygdaflúgvingina upp á eitt nýtt støði.

Umboð fyri Atlantic Airways eru í dag í Italia, har tey fáa handað ta fyrru av teimum báðum nýggju tyrlunum, ið flogfelagið hevur bílagt.

 

Nýggju tyrlurnar, sum eru av slagnum, AW 139, skulu avloysa tær 20 ára gomlu Bell 412 tyrlur, ið higartil hava verið brúktar til tilbúgving og bygdaflúgving.

 

Tá løgtingið í vár skuldi taka støðu til, um at játta pening til keyp av tyrlunum, vísti Atlantic Airways á, at talan er um at lyfta SAR-tilbúgvingina og bygdaflúgvingina upp á eitt heilt nýtt stig.

 

Nýggju tyrlurnar eru nevniliga eitt stórt framstig fyri tyrlutilbúgvingina og rutuflúgvingina millum oyggjarnar.

 

- Talan er um eitt stórt framstig, tí gomlu tyrlurnar eru vorðnar minni og minni virkisførar, so hvørt nýggjar og strangari reglur til tyrluflúgvingina, sigur Atlantsflog.

 

- Við nýggju tyrlunum hava vit framtíðartryggjað flotan við framkomnum tyrlum, sum eru bygdar eftir øllum teimum nýggjastu og herdu krøvunum til tyrluflúgving, staðfestir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

 

AW 139 tyrlurnar kunnu flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í sambandi við bjarging. Bell 412 kunnu bert flúgva út á 127 fjórðingar at arbeiða í 30 minuttir.

 

Í neyðstøðum, og undir sjúkraflutningi, hava nýggju tyrlurnar pláss fyri tveimum børum, umframt at pláss er fyri tveimum av manningini og fýra avvarðandi.

 

Bell 412 hava einans pláss fyri einari børu, tveimum av manningini og trimum avvarðandi.

 

Nýggju tyrlurnar hava ein cruisa ferð á 260 kilometrar um tíman, meðan mesta ferðin er 303 kilometrar um tíman. Bell 412 kunnu halda somu ferð í vanligari fllúgving, men mesta ferðin er 195 kilometrar um tíman.

 

Samstundis taka nýggju tyrlurnar 15 ferðafólk, har núverandi tyrlurnar taka níggju fólk og tær eru eisini so væl ljóðdoyvdar, at tað er sum at sita í einum vanligum ferðafólkaflogfari.

 

Nýggju tyrlurnar eru eisini útgjørdar við framkomnu RNP-tøknifrøðini, ið verður brúkt umborð á Airbus flogførunum, og sum ger tað møguligt at flúgva lægri og í verri sýni enn í dag.

 

Atlantsflog hevur fleiri ferðir leigað hetta slagið av tyrlum til flúgving í oljuvinnuni, og tí hevur felagið longu manning við hollum kunnleika til tyrlurnar, sigur Atlantsflog.

 

Í mars fær Atlantsflog eina sama slag tyrlur afturat.