Atlantic Airways 22,5 milliónir í avlopi

Úrslitið hjá Atlantic Airways í 2011 var munandi betri enn í 2010. Eftir skatt var avlopið 22,5 mió. kr. samanborið við 12,3 mió. kr. í 2010. Úrslitið er betri enn væntað og stendst av, at raksturin er vorðin effektivari, síðan felagið fór undir at tillaga virksemið í 2009.

Tað boðar Atlantic Airways frá.

Árið í fjør var millum tey frægu hjá Atlantic Airways. Umsetningurin var 435 mió. kr. samanborið við 401 mió. kr. í 2010. Við rutuflogførunum vóru 193.450 ferðafólk, ið var 7.000 fleiri enn í 2010. Starvsfólkini vóru 166, ið var tað sama sum í 2010, men 40 færri enn í 2009.

"Vit hava effektiviserað raksturin munandi seinnu árini. Vit hava færri flogfør og færri starvsfólk, men fáa meira burtur úr hvørjum flogtíma. Øll í felagnum eiga heiðurin av góðu gongdini, og vit fegnast um, at leiguflúgvingin øktist 77 prosent í 2011 samanborið við 2010," sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Avbjóðingarnar hjá felagnum í 2012 eru stórar. Tann 22. mars tekur felagið við leveringini av nýggja Airbus 319-flogfarinum, sum ætlandi verður sett í regluliga flúgving millum Føroyar og Danmark á 24 ára føðingardegnum 28. mars.

"Tað var eitt stórt stig at taka, tá vit gjørdu av at keypa eitt nýtt Airbus-flogfar fyri umleið 240 mió. kr. Somuleiðis hevur tað kravt nógv at fyrireika felagið til at taka eitt nýtt slag av flogfari í nýtslu. Vit settu niður ein fyrireikingarbólk longu í 2008 at leggja til rættis tekniska, operativa, handilsliga og fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum, so aftrat vanliga rakstrinum hevur verið nógv virksemi í felagnum við útbúgvingum og at fyrireika flúgvingina við nýggja flogfarinum," sigur Magni Arge.

"Men hetta gevur eisini nýggjar møguleikar, og tí kunnu vit fara undir at flúgva beinleiðis til Barcelona í summar og bjóða fram ferðir fyri lægri prísir," sigur leggur hann aftrat.

Atlantic Airways gjørdi í januar ein fýra ára sáttmála við Fiskimálaráðið um, at felagið heldur fram at standa fyri leiti- og bjargingartænastuni í føroyskum øki við tyrlum. Tænastan verður veitt alt samdøgrið árið runt og er størsta avbjóðingin hjá felagnum, hvat tyrluflutningi viðvíkur. Felagið flýgur eisini rutuflúgving í Føroyum og leiguflúgving við tyrlum og skal standa fyri frálandaflutninginum fyri Statoil í summar.

Eginpeningurin hjá Atlantic Airways er nú 249 milliónir krónur og solvensurin 65%. Nevndin skjýtur upp, at partaeigararnir fáa 7 milliónir krónur í vinningsbýti.