Atlantic Airways 10 milliónir í avlopi

Atlantic Airways hevði eitt avlop á 10 milliónir krónur eftir skatt fyrra hálvár í ár, men eitt hall á 1,5 millión krónur annan ársfjórðing.

Umsetningurin fall fyrra hálvár úr 250 milliónum krónum niður í 209 milliónir krónur. Virksemið uttanlands er minkað nógv seinasta hálva árið. Lækkingin í flogtímum svarar til 21 prosent fyri hálvárið og 41 prosent í øðrum ársfjórðingi, samanborið við somu tíðarskeið í fjør.

Serliga flúgvingin fyri onnur flogfeløg uttanlands er minkað. Sáttmálin við SAS rakk fram til endan av mai, og marknaðurin fyri leiguflúgving er nógv viknaður, síðan fíggjarkreppan tók seg upp. Eisini tyrluvirksemið í frálandavinnuni er nógv minkað í vár.

Ferðafólkatalið á Føroya-leiðunum er meiri støðugt, hóast talan er um afturgongd. Talið á ferðafólki á rutunetinum fall 9 prosent fyrra hálvár, men lækkingin var minni seinna ársfjórðing, tá ferðafólkini fækkaðu 7 prosent.

Felagið er í ferð við at laga seg til minkandi virksemið. Fleiri tiltøk eru sett í verk, eitt nú hevur

felagið latið aftur eitt leigað flogfar, og eitt annað verður latið aftur í heyst, eins og manningartalið

er minkað samsvarandi væntaðu framleiðsluni.

- Vit vænta eina framhaldandi minking innan leiguflúgivng og tyrluflúgving í útlondum, men rokna

hinvegin við hampuliga støðugum virksemi í Føroyum. Hetta ávirkar grundraksturin hjá felagnum

og krevur tillagingar, sigur Magni Arge, stjóri.

Eginognin hjá felagnum var 231 milliónir krónur tann 30. juni og solvensprosentið 50. Tøki peningurin var 129 milliónir krónur 30. juni 2009, meðan langfreistaða skuldin var 140 milliónir krónur.