Fiskivinna
Um fáar dagar kemur Atlantic Navigator væntandi aftur til lands við fullari last av surimi og mjøli.
Hetta hevur verið ein stuttur túrur hjá skipinum. Væl hevur gingist at fiska, og alt bendir á, at framleiðslan umborð eisini hevur gingið rættiliga væl.
- Vit hava 1200 tons inni, og ætlanin er at fiska tveir dagar aftrat.
Hesi vóru tíðindini, sum frættust av skipinum týsdagin.
Sum skilst, hevur manningin, tá ið best hevur ligið fyri, fingið heilt upp í 100 tons av lidnari vøru í lastina um samdøgnið.
Og tað er óført!
Mangt bendir á, at verkætlanin við flaggskipi norðoyinga, Atlantic Navigator, rættiliga er farin at síggja spennandi út.










