Í børsfráboðan fyri løtu síðani boðar Atlantic Petroleum frá, at felagið megnaði ikki at gjalda avdráttin upp á 19,5 milliónir krónur. Talan er um part av láni upp á 58 milliónir, sum felagið hevur tikið frá Eik Banka, og sum skuldi gjaldast aftur tí trimum eins stórum ratum, í desember 2015, desember 2016 og desember 2017.
Felagið sigur í børsfráboðanini, at leiðslan er í samskifti við Eik Banka um at loysa trupulleikan, og at felagið kunnar bankan um gongdina í royndum at bjarga felagnum og royndunum fáa eina handilsliga loysn á støðuni við Orlando oljubrunninum.