Fyrsta málið er atkvøðugreiðsla um ein fyrispurning frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni Fólkafloksins, um Skíggjatíð, snildfon og sosialar miðlar. Les spurningin her
Síðani er tað málið um íleggingargrunnin. Talan er um eitt ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um at yvirtaka íleggingargrunnin, sum er á donskum hondum. Breið semja er um málið, og tí kann við stórari vissu sigast, at málið verður samtykt.
Eftir tað er aðalorðaskifti um Frágreiðing frá Málráðnum.
Frágreiðingin kann lesast her: Framløguskriv Frágreiðing
Skráin fyri tingfundin er hendan:
1. Atkvøðugreiðsla SS-002/2024 - Skíggjatíð, snildfon og sosialir miðlar
2. 2. viðgerð LM-001/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Overdragelse af investeringsfonden til Færøerne)
3. Aðalorðaskifti FG-003/2024 - Frágreiðing um Málráðið
4. Framløga