Atkvøða endaliga um starvsheiti á tingi í dag

Á tingfundindum klokkan 10 fer Løgtingið endaliga at avgreiða málið um starvsheitini hjá løgtings- og landsstýrisfólki

Eftir øllum at døma verða broytingarnar í stýriskipanini og tingskipanini samtyktar við stórum meiriluta, tá tey klokkan 10 koma til 3. viðgerð í Løgtinginum. Og tað merkir, at heitini verða broytt longu á ólavsøku soleiðis, at kvinnur kunnu kallast »løgtingskvinnur« í staðin fyri »løgtingsmenn«, sum tað eitur í dag.

Tá málið var til 2. viðgerð mánadagin vóru 27 atkvøður fyri og 6 ímóti. Teir, sum atkvøddu ímóti vóru báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum og 4 tingmenn hjá Fólkaflokkinum.

Hetta er seinasti tingfundur í hesi setuni – í øllum førum fyribils. Onkur mál eru, sum krevja, at tingið verður kallað saman, eitt nú samstarvið við Russland. So tí er hetta valla seinast tingfundur fyri ólavsøku.

Skráin til tingfundin sær annars soleiðis út:

Tingfundur

Dagsskráin, mikudagur, 17. mai 2023, kl. 10:00

1    3. viðgerð LM-069/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

2    3. viðgerð LM-070/2022 - Uppskot til broyting í Tingskipan Føroya Løgtings

3    3. viðgerð LM-096/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyri heimaflotan)

4    3. viðgerð LM-093/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum)

5    3. viðgerð LM-053/2022 - Uppskot til løgtingslóg um grundvatn

6    Umrøða av spurningi SS-006/2022 - Føroyskir fangar og varðhaldsfangar í Danmark

7    Framløga

Viðmerkingar