Dánjal Højgaard
útvarpsmaður
????
At seta greiðar spurningar, sum kunnu geva eitt ítøkiligt svar, er grundleggjandi handverk í journalistikki.
Viðhvørt eydnast tað. Viðhvørt ikki.
Ivaleyst miseydnaðist tað í Fimmaranum mikudagin 20. apríl, har evnið var bíðilistar og viðgerðartrygd í heilsuverkinum.
Ið hvussu so er finst Gordon Ejdesgaard í bløðunum hvassliga at atkvøðutelefonini, sum plagar at vera ein partur av sendingini og sum hendan dagin spurdi: "Hevur tað almenna ráð at veita sjúklingum viðgerðartrygd uppá 2 mánaðir?" Sum vanligt kundu fólk ringja til eitt ávíst telefonnummar og greiða atkvøðu fyri ella ímóti.
Greinskrivarin finst bæði at tí ítøkiliga spurninginum og at kanningarháttinum generelt.
Gordon Ejdesgaard hevur púra rætt í tí, at tað ber illa til at svara spurningin, tá ið tú ikki veitst, hvør ítøkiligi kostnaðurin er. Tí var okkara spurningur ikki nóg greiður. Dagarnar frammanundan var tó komið fram í tíðindun-um at tað fór at kosta tíggjutals milliónir krón-ur at skipa eina 2 mán-aða viðgerðartrygd í Føroyum. Og tað var við hesum í huga, at spurn-ingurin varð settur.
Tað, vit ætlaðu at fáa fram, var tann prinsipiella støðan hjá fólki: Er 2 mánaða viðgerðartrygd eitt so umráðandi samfelagsmál, at tú heldur at vit/samfelagið skulu vera til reiðar at gjalda tað, tað kostar. Heldur enn at spyrja: Er tú fyri ella ímóti viðgerðartrygd, har svarið ivaleyst hevði verið rættiliga upplagt. Men spurningurin var, sum sagt, ikki nóg greiður.
Um spurnarkanningar av slíkum slagi kann sigast, at tær eru fastur táttur í heimins fjølmiðlum í dag - og skulu ikki takast fyri meira enn tað, tær eru: Ein óvísindalig roynd at skatta dýpið/ rákið, og sum helst ikki hevur uppiborið heitið kanning.
Kanningarnar eru líka nógv umstríddar, sum tær eru umtóktar. Tær eru einkisigandi, óseriøsar, misvísandi, tilvildarligar, manipulerandi, og avdúka í roynd og veru bara hvør, ið dugir best at gera vart við seg í einum ítøkiligum máli - siga kritikararnir.
Tað hevur Fimmara-redakjónin sjálvandi eisini umrøtt, men hevur higartil hildið fast við táttin.
Tað hevur ongantíð verið lagt upp til, at hetta skal vera annað enn eitt íkast - eitt krydd - til kjakið. Fimmarin hevur ongantíð roynt at givið lurtarunum fatan av, at atkvøðutelefonin hevur vísindaligt virði. Og Fimmarin hevur heldur ongantíð havt varhugan av, at lurtararnir hava havt trupulleikar við at skyna ímillum atkvøðutelefonina hjá Fimmaranum og so meiningarkanningarnar hjá Fynd og Gallup.
Eisini hava vit í tíðindaflutninginum í Útvarpinum fyri stuttum sett fokus á júst virðið í meiningarkanningum. Har vístu vit á, at hetta slagið av kanningum, sum Fimmarin hevur, eru óvísindaligar og skulu als ikki metast javnt við kanningarnar hjá teimum etableraðu kanningarstovnunum, sum eitt nú Gallup og Fynd.










