Atkvøður ikki fyri einum uppskoti hann sjálvur hevur lagt fyri Løgtingið

Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, fer ikki at atkvøða fyri uppskotinum um at gera tunnil til Fámjins. Og tað undrar fleiri løgtingsfólk, tí Magni Laksáfoss hevur sjálvur lagt uppskotið fyri Løgtingi, saman við fleiri øðrum løgtingslimum í andstøðuni.

 

Magni Laksáfoss vísir á, at samgongan gav fámjiningum eina vón um, at tey skuldu fáa tunnil nú. Men síðani hevur samgongan tikið vónina frá teimum aftur, og tað heldur hann vera skeivt. Hann heldur eisini, at nú er Fámjinstunnilin vorðin ein kastibløka ímillum samgonguna og andstøðuna, nú valstríðið harðnar.

 

Hann heldur, at vit eiga at lyfta okkum upp um tað. Og í hesum sambandi vísir hann á, at nú er ein nýggj semja gjørd í landsstýrinum, og tann semjan er, at tunnilin til Dals skal takast fram um Fámjinstunnilin og orsøkin til tað er, at vegurin er vandamikil.

 

Samstundis vísir hann á, at nú hevur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, boðað frá, at nú skal vegurin til Dals kannast av nýggjum. Tað eru nevniliga nógv ár síðani at hann er kannaður seinast. Og Magni Laksáfoss heldur, at tað er meiningsleyst at taka støðu til at gera Dalstunnilin tunnilin nú, við teirri grundgeving, at hann er hættisligur – uttan at vita um hann er so hættisligur.

 

Tí heldur hann, at allar avgerðirnar eiga at bíða til hendan kanningin er gjørd. Tá fæst at vita, hvussu vandamikil vegurin til Dals í roynd og veru er. Og tá ið greiða er fingin á tí, hevur Løgtingið eitt nógv betri grundarlag fyri at taka støðu til, í hvørjari raðfylgju, tunlarnir skulu gerast.  

 

Og nú verður løgtingsval í næstu framtíð og Magni Laksáfoss heldur, at nú kann tað liggja til næstu samgongu at raðfesta tunlarnar, eftir at úrslitið av kanningini av Dalsvegnum er greitt.

 

Hann sigur, at nú hava tey í Dali fingið eina vón um at fáa tunnil. Og verður støðan aftur broytt nú, missa tey vónina – og tað hevði verið líka skeivt sum tað var at taka vónina frá Fámjiningum.