Atkvøð ? og send Høgna til USA

Fyrr í ár var Høgni Lisberg útvaldur saman við sekstan øðrum, at vera partur av einum stórum promo-átaki í universitets umhvørvinum í USA 10.000 fløgur og 20.000 download-kort vóru í januar býtt ímillum næmingar í 100 universitetum kring alt landið, har lokal umboðsfólk royna at marknaðarføra hesir sekstan luttakandi bólkarnir.

Felagið handan stóra tiltakið, Platform One, hevur eisini keypt sær pláss á heimsins størstu tónleikaráðstevnu SXSW (South by Southwest), ið verður hildin í døgunum 18.-22.mars í Austin, Texas.

 

Frá mikudegnum 26.feb. til og við týsdag 3.mars, ber til at atkvøða á heimasíðuni fyri, hvør av teimum 16 bólkunum skal umboða Platform One og sleppa við til heimsins størstu tónleikamessu.

 

Teir tríggir bólkarnir, ið hava fingið flestar atkvøður sleppa við. Í skrivandi løtu liggur Høgni sum nr. 5.

Til ber at fylgja við gongdini hjá Høgna á www.platform-1.com/votestatsbynumber.php. s

 

Føroyingar kunnu eisini atkvøða, og verða við til at senda Høgna til USA í mars.

 

Vitja heimasíðuna www.platform-1.com/campus_corner.php

Tað ber til at atkvøða fleiri ferðir.

Fylgið við Høgna á www.myspace.com/hognilisberg