Umframt at velja forseta, Umboðs-manna-ting og 34 sessir í Senatinum skulu veljararnir í fleiri amerikonskum skatum taka støðu til ymsar aðrar spurningar, nú teir kortini vóru í valhølin-um.
Í ellivu statum vildu myndugleikarnir hava at vita, um fólk tóku undir við at loyva samkyndum hjúnaløgum. Spurt varð, um myndugleikarnir skuldu seta eitt ískoyti í galdandi lóg, soleiðis at tað verður staðfest, at hjúnalagið er ímillum mann og kvinnu.
Atkvøtt varð í statunum Ohio, Georgia, Mississippi, Michigan, North Dakota, Arkansas, Montana, Utah, Kentucky, Oklahoma og Oregon, og allastaðni var svarið, at ískoytið skal setast inn í lógina.
Sjálvt í Oregon, har 3.000 samkynd vórðu gift í vár, var meiriluti fyri ískoytinum, men har var munurin lítil.