Tíðliga í morgun feldi Løgtingið eitt uppskot um at víkja frá øllum tíðarfreistum fyri at lukkast at viðgera øll mál til næsta hósdag, tá ið tingið skal í summarfrí. Men tríggjar tímar seinni atkvøddi Løgtingið einaferð afturat um tað sama og tá bar til
Í løgtinginum í dag gjørdu tey tað heilt óvanliga at atkvøða tvær ferðir um sama mál.
Formansskapurin í Løgtinginum hevur sett sær fyri, at tað skal í summarfrí næsta hósdag, sum er 14. mai.
Og tá skulu sostatt øll málini verða liðugt viðgjørd.
Men skal tað eydnast, verður neyðugt at víkja frá fyriskrivaðu tíðarfreistunum í øllum málum.
Tað gjørdi Løgtingið tíðliga fyrrapartin.
Men var ikki meiriluti fyri tí í Løgtinginum.
Tí varð uppskotið felt og sostatt samtykti Løgtingið, at tað skuldi ikki víkjast frá tíðarfreistunum.
Men tinglimir góvust ikki so og tríggjar tímar seinnu handaðu einir 20 tinglimir formansskapinum skriv við áheitan um at atkvøða einaferð afturat um at víkja frá tíðarfreistunum.
Og hesuferð bar til, tí 20 tinglimir atkvøddu fyri at víkja frá tíðarfreistunum í øllum málum fyri at lukkast í summarfrí næsta fríggjadag.










