Atkvøða um navn

Grikkaland vil ikki lata grannalandið Makedonia fáa limaskap í NATO, uttan at landið fær sær eitt annað navn, tí tann norðari parturin av Grikkalandi eitur eisini Makedonia. Grikkar vilja vera við, at makedonar ætlar sær at krevja ræðisrættin í grikska landspartinum seinni. Nú hevur makedonski forsætisráðharrin, Nikola Gruevski, skotið upp, at makedonar skulu á fólkaatkvøðu at siga frá, um teir eru sinnaðir at broyta landsnavnið, ella um landið skal sleppa ætlanini um at fara upp í NATO. Stjórnarflokkurin er ímóti at slaka fyri grikkum, men andstøðuflokkarnir lata dyrnar standa á gloppi fyri einari navnabroyting, skrivar AP.