Atkomuviðurskiftir aftur á breddan!

Hanus Samró
----

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um atkomuviðurskiftir, tá KVF skipar fyri almennum kjakfundum, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvør hevur ábyrgdina av atkomuviðurskiftum, tá KVF skipar fyri almennum kjakfundi?
2. Hvør hevur ábyrgdina av, at KVF veitir deyvamálstulk til almenna kjaksending?
3. Hvat kostar deyvamálstulkur í tveir tímar?
4. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við leiðsluna í KVF, tá teir ikki røktu sína skyldu sambært § 5.2.8 í public service sáttmálanum?

Viðmerkingar:
Týsdagin 4. apríl skipaði Kringvarp Føroya fyri almennum kjakfundi. Uttan at útdýpa innhaldið í sendingini, sótu nógv við einari kenslu av, at Kringvarp Føroya ikki røkti sína Public Service skyldu, tí tey spardu deyvamálstulkin burtur. Hetta gjørdist sjónligt, tá Maria Ellefsen Næss setti politikarunum nakrar spurningar á deyvamáli.

Hetta var eitt reality check hjá nógvum, tí tað sigur seg sjálvt, at alemenni stovnurin, soleiðis sum Krinvarp Føroya verður defineraður, skal geva øllum møguleikan at vera við í fólkaræðisligu tilgongdini.

Tá tað er sagt, vóru tað ikki bara viðurskiftini hjá teimum deyvu, ið ikki vóru nøktandi.

Atkomuviðurskiftini hjá teimum, ið ein hvønn hátt vóru illagongd, høvdu tað sera trupult. Áhoyraraplássini vórðu býtt upp í tríggjar røðir, har fyrsta røðin var lutfalsliga høg. Einar 50 sentimetrar frá gólvinum. Meginparturin hevur ikki torført við at gleyva fáu sentimetrarnar, men tað vóru fleiri, bæði ung og gomul, ið vóru illagongd, men møttu alíkavæl upp til almenna kjakfundin hjá Kringvarpinum.

Hesi máttu annaðhvørt fáa hjálp frá fólki, ella noyðast við at seta seg á kantin, tí tey sluppu ikki upp. Metir landsstýrismaðurin at tað er rætt? Virðiligt?

Er tað ikki skyldan hjá Kringvarpinum at gera atkomuviðurskiftini hjá teimum, ið bera brek, so góð sum gjørligt? At javnstilla tey, so at tey sleppa at luttaka á jøvnumføti við øll onnur? Er tað ikki skyldan hjá Kringarpinum at tryggja, at atkomuviðurskiftini er nøktandi?

Tískil verða omanfyri nevndu spurningarnar settir.
Á Løgtingi, 23. apríl 2013