Verksmiðjutrolarin Athena, sum nú hevur brent í hálvt annað samdøgur, verður seinnapartin í dag sleipaður til oljubryggjuna hjá Runavíkar havn. So leingi, sum roykur kemur upp úr skipinum, er trupult at meta um, hvussu støðan er innanborða, men greitt er, at stóri skipsskrokkurin framvegis er rættiliga heitur.
Á bryggjuni í Runavík fyri løtu síðan, segði løgreglumaður, at hitin á skipssíðuni hevur verið mettur til eini 200-300 stig.
Nú seinnapartin er ætlanin at hála skipið til bryggju, sum annars hevur ligið við frammendanum inn ímóti, síðan aftaru endarnir smeltaðu av hita.
Hallgrím Hansen, átalsleiðari hjá løgregluni, segði við Portalin fyri løtu síðan, at tá skipssíðan er hálað inn ímóti oljubryggjuni einaferð seinnapartin, verður farið undir at køla skrokkin við sjógvi.
Vaktar-og hjálparskipið Brimil hevur í gjárkvøldið og í nátt sproytað sjógv á skrokkin, og eisini er nakað av skúmi sproytað niður í skipið.
- Hetta arbeiði fer at halda fram, tá Athena er komin at liggja við skipssíðuni til bryggjuna. Tá verða eisini oljusperringarnar lagdar av nýggjum, so tryggleikin móti møguligari olju verður enn betri, segði hann.
Vilhjálmur Olsen, sum hevur verið átaksleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði fyrrapartin, sigur, at enn er eingin hugsingur um at fara umborð á skipið.
Sum myndin vísir, rýkur framvegir úr Athenu, men nú er roykurin einki at tosa um í mun til í gjár, tá hann var mestur.
Myndin vísir, at rættiliga nógvur hiti hevur verið umborð á skipinum, og máliingin er smeltað um stóran part av skrokkinum, eins og brúgvin er smeltað og er sokkin saman.