Athena siglir móti landi

Um miðdagsleitið byrjaði Athena at sigla móti landi, men reiðaríið vil ikki enn upplýsa, hvørja havn skipið siglir ímóti. Tað logar framvegis nakað í rúminum, har pakningurin verður goymdur, og har eldurin kyknaði tíðliga í morgun.

Hans Andrias Joensen, stjóri í Thor Shipping, sigur, at skaðin er avmarkaður til nevnda rúmið. Hann dugir ikki nágreiniliga at siga, um eldurin endaliga er sløktur, men rúmið er avbyrgt, so eldurin verður spakuliga køvdur.

Brúgvin og maskinrúmið hava ongan skaða fingið av eldinum, so skipið siglir sjálvt inn móti landi. Enn vil reiðaríið tó ikki upplýsa, hvørja havn Athena stevnir ímóti.

Fyrrapartin í dag fóru 98 av manningini í bjargingarbátar og vórðu tiknir upp av einum bingjuskipi, ið var statt bert 15 minuttir frá Athenu í morgun.

Eftir umborð eru teir 13 trygdar- og sløkkiliðsmenninir, og teir hava tað allir gott og eru ikki í nøkrum vanda.