Tey nýggjastu tíðindini um Athenu, sum í gjáramorgun boðaði frá eldi, er at eldurin er vorðin so mikið ógvusligur, at teir 13 menninir eftir umborð nú eru farnir av skipinum. Thor boðar frá, at ov nógvur roykur var umborð, og tí var ikki ráðiligt hjá monnunum at verða verandi umborð á skipinum.
- Tað er ov nógvur vandamikil roykur umborð, til at gera eina roynd at bjarga skipinum, sigur Thor í dag.
Sløkkiliðsfólkini umborð hava mist tamarhaldið á eldinum.