Athena minkar í hvørjum

Verksmiðjuskipið Athena, sum eldur kom í tíðliga í summar, meðan hon lá til umvælingar í Saltangará, minkar nú í hvørjum so hvørt, sum jarnið verður skorið burtur av henni.

Reiðaríið Thor í Hósvík seldi skipið til Smedegaarden í Esbjerg, sum er eitt upphøggingarfelag. Á myndum, sum tiknar eru í Esbjerg um dagarnar, sæst, at skipið nú av álvara minkar í vavi.

Tað er Karl Martin Joensen, sonur Karin og Jarmund, sum hevur tikið myndina av Athenu, har hon liggur til upphøggingar í Esbjerg.