Verksmiðjuskipið Athena, sum eldur kom í tíðliga í summar, meðan hon lá til umvælingar í Saltangará, minkar í hvørjum so hvørt, sum jarnið verður skorið burtur av henni.
Reiðaríið Thor í Hósvík seldi skipið til Smedegaarden í Esbjerg, sum er eitt upphøggingarfelag. Á myndum, sum tiknar eru í Esbjerg fyrst í hesi vikuni, sæst, at skipið nú ikki líkist sær sjálvum longur.
Tað er Karl Martin Joensen, sum hevur tikið myndirnar av Athenu, har hon liggur til upphøggingar í Esbjerg.










