Athena í ljósum loga

Um midnáttarleitið varð boðað frá eldi umborð á Athenu, sum liggur í Runavík, og skipið stendur í ljósum loga. Fyri løtu síðani hoyrdist ógvuslig spreingin, og eldurin spreiðir seg aftureftir. Masturin á brúnni er nú koppað. Kl 01:45: Havnarøkið er nú ruddað, bæði politibilar og brandbilar eru burtur. Als einki tamahald er á eldinum, sum herjar skipið. Politi og brandfólk eru farin í trygdarfrástøðu, og politiið hevur biðið fólk um at halda seg burtur.

----

Kl 01:23: Eldurin breiðir seg alsamt. Øll brúgvin er nú útbrend, og tað brennur bæði aftan og framman fyri brúnna. Sløkkiliðismenn fóru upp á dekkið, men júst tað var ein ógvuslig spreinging, so teir sluppu sær í land aftur. Nógvu gangur er at hoyra umborð av smáum spreinginum.

---

Óeydnan hevur rættiliga fylgt Athenu hjá reiðarínum Thor í Hósvík. Hetta er triðju ferð, at eldur er í skipinum, sum er komið til Føroya fyri at umvæla stóra skaðan, sum stóðst av eldi umborð.

Eygnavitni siga, at eldurin er sera stórur. Brúgvin brennur og eldur stendur upp gjøgnum lúkur framman fyri brúnna, eins og eldur eisini er undir dekkinum miðskips. Eldurin stendur fleiri metrar upp í loft.