Athena, sum í mai mánaði brendi, meðan hon lá til umvælingar í Runavík, er nú komin til Esbjerg.
Reiðaríið Thor hevur selt skipið til Smedegaarden í Esbjerg, sum er eitt upphøggingarfelag.
EIn sleipari hevur sleipað Athenu til Danmarkar, og Athena skal nú høggjast upp.
Myndirnar hevur Karl Martin Joensen sent okkum.










