ATHENA
Tað var um midnáttarleitið í nátt, at eldur kom í Athenu, sum liggur við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn. Tað var skjótt, at mest sum alt skipið stóð í ljósum loga, og tað var eisini skjótt, at spreingingar vóru at hoyra umborð á skipinum.
Sum løtan leið, og einki tamarhald var á eldrinum, eins og vandi var fyri fleiri spreinginum og vandamiklum royki, ruddaði løgreglan havnalagið, har skipið liggur.
Roykurin hevur ligið av Athenu og yvir móti vesturarminum á Skálafjørðinum, og tá løgreglan í nátt heitti á fólk um at taka til rýmingar undan roykinum, hava fólk á Skála verið savnaði í Bygdarhúsinum á Strondum, eins og nakað av fólki eisini hevur verið savnað í Leguhúsinum í Nesvík.
Skúlar, handlar og partvís stovnar í økinum hava verið stongd í morgun, og bussar hjá Bygdaleiðum í økinum hava ikki koyrt.
Endar brendu
Tað stóri spurningurin í morgun hevur verið, um skipið fór at loysna frá bryggjuni, tí endar brendu av. Í fleiri tímar í morgun hevur skipið soleiðis ligið við stevninum inn móti bryggjuni, og tá hevur verið eitt sindur lættari at koma fram at framskipinum.
Fyrr í morgun eydnaðist at seta fólk upp á bakkan á Athenu, soleiðis at til bar at gera fast um skipið av nýggjum. Sum fyrraparturin leið, var tí minni vandi fyri, at skipið fór at gerast leyst og fór at reka fyri vág og vind á Skálafjørðinum.
Nú beint fyri middag var greitt, at skipið sum er fer ongan veg, tí tað hevur eydnaðist at gera fast bæði á bakkanum – og eisini hevur eydnast at sveisað festir har frammi á skipinum.
Veðrið hevur verið gott í morgun. Tað hevur mest sum verið stilli, men tað lot, sum verið hevur, hevur ført roykin yvir móti vesturarminum á Skálafjørðinum.
Einki at gera
Tá Sosialurin í morgun hugdi, hvat DMI sigur, bendir alt á, at ættin kemur at liggja, sum hon liggur nú, nakað út í vikuna. Ikki fyrr enn hósdagin sigur hann vestliga ætt, men tá má væl roknast við, at tann nógvi eldurin og roykurin eru avhasað. Hinvegin er skjótt, at ættin kann skifta, tá lítil og eingin vindur er.
Nær Skálafjarðar Sløkkilið sær møguleikar at fara umborð á skipið, er púrasta ógreitt í løtuni.
Nógvur hiti og nógvur eldur er umborð á skipinum, og fyrrapartin visti eingin, um allar fløskurnar, sum eru umborð, eru sprongdar – ella, um fleiri eru eftir enn, sum kunnu fara í luftina. Tað er eisini komið fram, at tangi er við sløkum 20 tonsum av ammoniakki, og hetta eru veskur, sum mugu takast í størsta álvara.