Athena er helst vrak

- Væntandi ganga einir tveir dagar, áðrenn hyggjast kann neyvari eftir, hvussu umfatandi eldskaðin er, men mítt fyribils boð er, at skipið er vrak, sigur Gunnbjørn Joensen, reiðari. Tá eldur kom í verksmiðjuskipið Athenu um midnáttarleitið sunnukvøldið, var skipið eitt byggipláss, har byggifelagið Articon hevði høvuðsarbeiði um hendi.

Óvist er tí í løtuni, hvussu tryggingarviðurskiftini hanga saman, og hvør trygging fer at dekka stóra eldskaðan, sum skipið hevur fingið.

Gunnbjørn Joensen, annar av reiðarunum hjá Thor, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvussu tryggingarviðurskiftini verða avgreidd.

Hann væntar, at tað helst ganga einir tveir dagar, áðrenn hyggjast kann neyvari eftir, hvussu umfatandi eldskaðin er, men hansara fyribils boð er, at skipið er vrak.

Gunnbjørn Joensen sigur, at fyrst skal løgreglan kanna skipið og royna at finna framt til orsøkina til eldin.