Atgongumerkjasølan er byrjað

Sølan av atgongumerkjum til venjingardystin millum Danmark og Føroyar, sum verður á Brøndby Stadion týsdagin 26. mars, er byrjað, boðar Fótbóltssambandið frá

Sølan av atgongumerkjum til venjingardystin millum Danmark og Føroyar, sum verður á Brøndby Stadion týsdagin 26. mars, er byrjað, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Nú ber til at keypa atgongumerki til venjingardystin millum Danmark og Føroyar, sum verður á Brøndby Stadion týsdagin 26. mars klokkan 20:15 danska tíð.

 

Kring vøllin er pláss fyri umleið 26.000 áskoðarum, og av teimum eru 2.100 tillutaði føroyskum áskoðarum.

 

Kostnaðurin er 300 krónur fyri vaksin, og 150 krónur fyri børn.

 

##med2##

 

Bólkarnir til vinstru á myndini, litaðir við bláum, ið síggjast í samband við søluna, eru ætlaðir føroyingum.