Atgongumerkjasølan er byrjað

Føroyar var fyrsta landið úr pottinum, tá trekkjast skuldi lut um, hvussu bólkarnir í Deild C í UEFA Nations League skuldu skipast - Mynd: UEFA.com

Føroyar eru komnar í bólk saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava í Nations League. Talan er um bólk 1 í deild C. Stutt eftir lutakastið kom skráin út. Hon sigur, at vit byrja og enda móti Turkalandi. Sermerkt við skránni er, at talan er um tveir landsliðssteðgir, har tann í juni telur heilar fýra dystir. Tað er ongantíð hent fyrr.

 

Landsliðspakkin, ið gevur atgongd til allar tríggjar heimadystirnar í UEFA Nations League, er nú settur til sølu í Nethandilinum á FSF.fo. Landsliðspakkin, ið gevur atgongd til allar tríggjar heimadystirnar, fæst til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Kostnaður:

 

Kategori 1: 600 kr. (bólkur 103-106)

 

Kategori 2: 450 kr. (bólkur 101-102,107-108)

 

Kategori 3: 300 kr. (bólkur 109-110, 112-113)

 

Skansin: 300 kr. (bólkur 111)

 

Dystaskráin:

 

Leygardagin 4. juni Turkaland – Føroyar

 

Týsdagin 7. juni Føroyar – Luksemborg

 

Leygardagin 11. juni Føroyar – Litava

 

Týsdagin 14. juni Luksemborg – Føroyar

 

Hósdagin 22. sept. Litava – Føroyar

 

Sunnudagin 25. sept. Føroyar – Turkaland

 

Føroyar var fyrsta landið úr pottinum, tá trekkjast skuldi lut um, hvussu bólkarnir í Deild C í UEFA Nations League skuldu skipast - Mynd: UEFA.com