Atgongumerkjasøla til HM-undankapping

Fyrstu 400 atgongumerkini til HM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum í januar koma nú til sølu

Fyrstu 400 atgongumerkini til HM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum í januar koma nú til sølu. 14-16. januar 2022 spæla Føroyar undankappingardystir til HM á heimavølli móti Lettlandi, Italia og Luksemburg.

 

- Mánadagin 29. november klokkan 14.00 fara fyrstu 400 atgongumerkini í forsølu. Í fyrstu atløgu, grundað á tey galdandi koronutilmælini, selja vit tvær ferðir 200 atgongumerki, so vit ikki hava fleiri enn 200 fólk í hvørjum øki í høllini, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Tveir dystir eru hvønn dag, har Føroyar spæla tann seinna. Keypast kunnu atgongumerki til hvønn dag sær ella til alt vikuskiftið og allar dystirnar.  Tey, sum keypa atgongumerki til alt vikuskiftið áðrenn jól, fáa avsláttur, boðar HSF frá.

 

 Kostnaðurin er hesin:

 

– Vaksin alt vikuskiftið kr. 250,-. Verður keypt áðrenn jól tó kr. 200,-

 

– Vaksin fyri ein dag kr. 100,-.

 

– Børn í skúlaaldri alt vikuskiftið kr. 120,-. Verður keypt áðrenn jól tó kr. 100,-

 

– Børn í skúlaaldri fyri ein dag kr. 50,-

 

Børn undir skúlaaldri sleppa ókeypis inn saman við vaksnum. Dystirnir, sum vera í høllini á Hálsi í Havn, eru hesir

 

Fríggjadagin 14. januar:

 

17.00 Lettland – Italia

 

19.30 Luksemburg – Føroyar

Leygardagin 15. januar:

 

17.00 Lettland – Luksemburg

 

19.30 Italia – Føroyar

 

Sunnudagin 16. januar:

 

15.30 Italia – Luksemburg

 

18.00 Føroyar – Lettland

 

Atgongumerki kunnu keypast við at trýsta HER