Atgongumerkjasølan til fyrilesturin hjá Naser Khader í Miðlahúsinum í kvøld byrjar kl. 18, tá dyrnar eisini verða latnar upp Stórur áhugi er fyri fyrilestrinum, sum danski fólkatingslimurin Naser Khader fer at halda í Miðlahúsinum í Vágsbotni í kvøld. Miðlahúsið verður stúgvandi fult við fólki, og tí verður fyrilesturin eisini vístur á stórskíggja á Hvonn.
Atgongumerki kosta 50 krónur, fyrilesturin byrjar kl. 19, men tað ræður um at koma í góðari tíð, tí avmarkað er, hvussu nógv fólk sleppa inn í Miðlahúsið og Hvonn at lurta eftir Naser Khader.








