Eigur tú eitt atgongumerki til eina av konsertunum, ið poppkongurin, Michael Jackson, skuldi hava í ár, kanst tú fáa peningin aftur Tað skrivar AEG sambært Kringvarp Føroya.
Tær 50 konsertirnar, ið skuldu havt verið í London, hava skeiðað slakar 500 milliónir krónur í kassan hjá felagnum. Ætlað var, at Michael Jackson eftir drúgvan steðg skuldi fara aftur á pall 13. juli, men kendi poppsangarin doyði brádliga hósdagin.
Sambært AEG kunnu fólk fáa atgongumerkini endurgoldin fram til 14. august. Vilja tey ikki hava peningin aftur, kunnu tey fáa atgongumerkini at varðveita sum minni. Tílík atgongumerki kunnu gerast samlaragripir.
Tað hendi eitt nú, tá ið rokkkongurin, Elvis Presley, doyði í 1977.