Tey 400 atgongumerkini til B36-skýlið, sum eru til UEFA-Cup dystin millum B36 og Brøndby eru útseld. Men til ber hjá fólki at ogna sær atgongumerki til HB-skýlið og gamla skýlið. Atgongumerki kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn, og á Shell-støðunum á Frælsinum, og á Norðari Ringvegi. Dysturin byrjar hóskvøldið 31. juli kl. 18.30.









