Atgongumerkið til stóru gallakonsertina, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 29. august kunnu nú keypast á Statoil-støðunum kring landið umframt í Expert í Tórshavn.
Jákup Zachariassen, ein av fyriskiparunum sigur við Portalin, at higartil hava atgongumerkið bara kunnað fingist til vega umvegis alnótina og við fartelefon og henda sølan hevur gingið væl. Kortini hava nógv fólk ringt og spurt, um ikki ber til at keypa atgongumerkið upp á tann ?gamla? mátan og tískil hava fyrireikararnir valt at seta nøkur atgongumerkið til sølu á Statoil støðum kring landið og somuleiðis í Expert í Havn. Av tí at talan er um eina sitikonsert, er talan um avmarkaða atgongd.
Tað vera nakrir av heimsins fremstu tónleikarum, sum trýna á pall leygarkvøldið 29. august saman við fleiri av Føroya fremstu sangarum.
?Eg tori við vissu at siga, at hetta man vera best mannaði bólkur, ið nakrantíð hevur staðið á palli í Føroyum. Hesir tónleikarar spæla dagliga við heimsstjørnum og eru allir meira ella minni virtousar á sínum ljóðføri?, sigur Jákup Zachariassen.
Millum føroysku sangararnir, ið vera við stóra tiltakið, kunnu nevnast Alex Bærentsen, Hallur Joensen, bólkurin 4, Regin Guttesen, Magni Christiansen, Sigrið Rasmussen, Kim Hansen, Ólavur Højgaard, Torkil Mørkøre, Lisa Frederiksberg, Gunnar Justinussen, Theodor Petersen, Svein Askildsen og onnur við.