Atgongumerki til G!-mini til sølu týsmorgunin

Týsmorgunin 17 juni kl 10.00 letur atgongumerkjasølan til G! Mini tann 18.-19. juli upp.

 

Tað loysir seg at skunda sær, tí einans 2000 atgongumerki verða seld, og gøtufólk fáa ikki atgongumerki ókeypi, soleiðis sum tey annars hava fingið til G!.

 

Skráin verður almenn 1. juli, men longu nú kann avdúkast, at fleiri av fremstu og bestu føroysku tónlistafólkunum hava boðað frá, at tey vilja vera við til G! Mini.