Nýggjur handil
Lýsingarnar vóru í flestu miðlunum í gjárkvøldi. 75 teir fyrstu kundarnir, sum keypa fyri meira enn 1.000 krónur, fáa eitt atgongumerki til landsdystin afturat vøruni, sum teir hava keypt.
Og tað var eisini fitt av fólki, sum hevði lagt lýsingina til merkis. Áðrenn dyrnar vórðu lætnar upp, var fitt av fólki at síggja, og flestu av hesum keyptu eisini fyri meira enn túsundkrónuseðilin, sum kravdist, um atgongumerki skuldi fylgja við.
Fyrstur at fáa vøruna um diskin var Hans Jacob Heinesen úr Havn.
- Eg skuldi kortini hava fatur á eini blandimaskinum, og so kundi eg jú akkurát tað sama keypa hana her, helt hann, tá hann væl nøgdur tók ímóti atgongumerkinum.
Og blandimaskinan verður helst eisini tikin í nýtslu skjótt. Hans Jacob er ein av teimum mongu, sum nú fara undir at byggja hús í Hoyvíkshaganum Suður, og so er slík maskina jú hent at hava.
Kappast um prísin
Per Joensen, sum er stjóri á Damor, sigur, at teir við nýggja handlinum vilja royna at gerast partur av marknaðinum fyri byggitilfar og tað, sum har til hoyrir.
- Vit fara framhaldandi at hava opið á Argjum, og tann handilin er jú als ikki tann sami, sum hesin.
Men við hesum koma tit kanska fyrst og fremst at taka upp kappingina við stóru timburhandlarnar. Eru tað ikki tungir kappingarneytar at hava.
- Sjálvandi. Men vit rokna við, at tað fer at bera til. Fyrst og fremst, so satsa vit upp á at hava góðar prísir. Tú sært jú eisini, at talan her meira er um eina goymslu enn um ein veruligan handilsbygning. Vit royna í allar mátar at halda kostnaðinum niðri, soleiðis at vørurnar á tann hátt gerast bíligari hjá kundanum, heldur Per.