Atgongumerki skrødd burtur

Atgongumerki í forsølu til Rasmus Seebach og Ársins Songrødd 2010 í Høllini á Hálsi vórðu rivin burtur eftir bert tveimum døgum. Rasmus Seebach liggur í løtuni á top 10 á nærum øllum teimum donsku hittlistunum, har hann millum annað liggur framman fyri Medina og AC/DC.

 

Innan ein mánað hevur hann selt 20.000 fløgur.

Fríggjakvøldið kemur hann til Føroyar at framføra í Rex, og leygarkvøldið fer hann at undirhalda til finaluna av Ársins Songrødd 2010.

 

Kelda: tíðindaskriv