Fyri fyrstu ferð nakrantíð kosta atgongumerkini til ein fótbóltsdyst millum tvey føroysk feløg 80 krónur, tá B36 og KÍ spæla finalu í morgin.
Fótbóltssambandið hevur gjørt av at seta prísin upp úr teimum hálvthundrað krónunum, sum tað í fleiri ár hevur kostað at síggja finaluna, og upp í 80 krónur, millum annað tí at inntøkurnar á øðrum økjum eru minkaðar.
Síðani 1991 hevur ein avtala verið galdandi millum býráðið í Havnini og FSF, sum segði, at í sambandi við steypafinaluna átti Fótbóltssambandið rættin til lýsingarplássini á girðingini kring ovara vøllin í Gundadali.
Í fjør fekk FSF boð um, at nú skal einki heingjast uttan á lýsingarnar, sum annars eru har. Hetta hevur býráðið aftur staðfest í ár, og tað eru mistu inntøkurnar frá lýsingunum, sum FSF roynir at fáa inn aftur við at hækka atgongugjaldið. jh